Lidnir við gulllaksin

Eystur-og Vesturbúgvin eru lidnir við gulllaksakvotuna í ár.
Henda sesongin gav umleið 4 túsund tons, og tað eru menn hampuliga væl nøgdir við.
Teir hava nú lagt um til upsaveiðu og fóru nýggjan túr leygardagin. Í løtuni royna teir á Fugloyarbankanum og fiskiskapurin er væl brúkiligur. Góður upsi og heilt fitt av hvítum fiski er eisini uppií.
36 views0 comments