Leygarkvøldið verður jóansøkuhald á Sandi


Skráin fyri Jóansøkuhaldið hjá Virkinum er nú komin.


Umframt bál og felagssang, har Hanus undir Skarði fer at spæla gittar, fer Hanus Johannsessen eisini at halda røðu.


Plankin verður lagdur um ánna, og á honum verður dystast til taparin endar í ánni.


Á midnátt fara Jens Marni og Kim Hansen at spæla til dans í Virkinum.


Tiltakið byrjar leygarkvøldið kl. 20.00 niðri á Sand.




27 views