Lekar undir Sandoynni


Í síðstu viku vórðu boraðir 122 metrar av Sandoyartunlinum. Í alt eru nú boraðir 2.688 metrar, av 10.785 metrum. Undir Sandoynni vóru lekar staðfestir, sum vóru funnir við vanligu 30 metra longu borikanningunum (sonderboring), sum altíð verða gjørdar áðrenn sjálvur tunnilin verður boraður og sprongdur. Eftir at sement var sprænt inn í fjallið við høgum trýstið og tunnilin sprongdur, sást ein 6 cm. breið riva, sum var fylt við sementi. Sjá viðløgdu mynd. Jarðfeingi hevur í sínum forkanningunum ísmb. við tunnilin, víst á eina gjógv, sum sæst omanfyri tunnilin. Sannlíkt, vísur gjógvin seg nú sum ein riva í tunlinum.


Í Traðardali vórðu boraðir 40 metrar. Har eru nú boraðir 1.499 metrar.


Á Gomlurætt vórðu boraðir 82 metrar. Har eru nú boraðir 1.189 metrar.



444 views