Leiðari til Sandoyar Kunningarstovu



Vit leita eftir tær, ið dugir væl við fólki, ert væl skipað/ur og dámar fjølbroyttar avbjóðingar!

Ferðavinnan í Føroyum er sera spennandi, og nú hevur tú møguleikan at vera við í arbeiðinum, ið liggur fyri framman í Sandoyar Sýslu. Starvið Uppgávan er m.a. at samskipa og marknaðarføra ferðavinnuna í sýsluni og standa fyri vørumenning og geva íblástur til nýggj ferðavinnutilboð og tænastur. Aðrar uppgávur eru viðlíkahald av heimasíðu, samskipan av tiltøkum og samstarv við veitarar. Starvið er bæði spennandi og fjølbroytt og verður útint í tøttum samstarvi við hinar kunningarstovurnar, Visit Faroe Islands og kommunurnar, sum í høvuðsheitum fíggja Kunningarstovuna. Gjørd er ein menningarætlan fyri økið, ið er gott útgangstøði fyri arbeiðið framyvir. Um teg Tú ert fyrikomandi, ágrýtin og leggur stóran dent á eina burðardygga ferðavinnu. Tú klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn og hevur lætt við at samskifta á føroyskum og enskum, og hevur góðar telduførleikar til vanligt skrivstovuarbeiði. Tú megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Útbúgving og/ella royndir innan ferðavinnu ella tænastuvinnu er ein fyrimunur. Løn og setanartreytir Talan er um eitt fulltíðarstarv sum fyribils er tíðaravmarkað til 31. desembur 2020. Tó er møguleiki fyri at halda fram í starvinum, um fíggjarligt grundarlag verður til tess. Arbeitt verður í løtuni við eini langtíðarætlan fyri virksemi hjá Kunningarstovuni.

Løn- og setanartreytir eru sambært avtalu við nevndina í Sandoyar Sýslu Ferðalag. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av viðkomandi prógvum, lívsrensli (CV) og viðkomandi viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi ‪11. mai 2020. Samrøður verða hildnar so hvørt, og starvið verður sett sum skjótast. Umsóknin skal sendast til: ‪info@visitsandoy.fo Viðmerk "Leiðari til Sandoyar Kunningarstovu". Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kunningarstovuna á tel. ‪222 078. ella umvegis teldupost til ‪info@visitsandoy.fo

55 views