Leiða kloakkina niðan á Nípu

Arbeiði, atleggja alla kloakk út á streymasjógv, er nú byrja.
Í samband við at MOWI skal hava umhvørvisgóðkenning til tøku og slakt av alilaksi, er tað er eitt krav at ongin kloakk rennur út á vánna, og í tí sambandi er avtala gjørd ímillum Sands kommunu og MOWI, um at MOWI ger og rindar fyri at leiða kloakkina úr fjøruni og niðan á Nípu.
Tað er Articon sum ger arbeiði fyri MOWI, og verður tað liðugt í august.
Á kommununi fegnast vit um hetta samstarv, sum er til stórt gagn fyri báðar partar.
80 views0 comments