Labyrintin á Gomlurætt



Tað hevur ikki verið so líkatil at navigera á Gomlurætt síðan ferðslan, í samband við tunnilsarbeiðið, bleiv umskipað og alt økið bleiv merkt upp av nýggjum. Kortini hevur tað gingið so nøkunlunda, tí fólk hugsa seg um og koyra varliga.


At nýggja uppmerkingin nú er so slitin og dálkað, samstundis sum gomlu strikurnar ongantíð blivu slettaðar ella yvirmálaðar og nú eru týðuligari enn tær nýggju, ger, at fólk, sum ikki dagliga ferðast um Gomlurætt, hava ongan kjans at vita hvussu tey skulu bera seg at.


Økið minnir mest um gólvið í ítróttarhøllini, sum er strikað upp til ymiskar ítróttargreinar, og bara tey sum kenna spælireglurnar vita, hvørjar strikur eru galdandi fyri tey.


Hetta er sjálvandi ikki nóg gott. Landsverk átti beinanvegin at merkt økið soleiðis, at øll síggja hvar bíðirøðirnar eiga at vera, hvar koyrarst kann og hvar parkeringsbásar eru.


Er tað hvít máling sum manglar, hevði tað eisini hjálpt væl at brúkt svarta máling og yvirmála gomlu strikurnar.


350 views