Løgmanssteypið: B71 - B36

Fyrsti dysturin, í kappingini um løgmanssteypið, verður spældur í kvøld á vøllinum Inni í Dal.
Dysturin er ímillum besta liðið hjá B36, sum spælir í Betri-deildini og besta liðið hjá B71, ið spælir í 1. deild.
Á pappírinum er stórur munur í styrki á hesum báðum liðunum, men á vøllinum kann sjálvandi alt henda. B71 hevur gjørt tað fyrr - at vinna á liðum úr bestu deildini.
Dysturin byrjar í kvøld kl. 19.15
36 views0 comments