Lívligir tónar á Listasavninum



Í annaðkvøld kl 20.00 verður konsert á Listasavninum á Sandi. Konsertin er partur av skránni hjá Summartónum.


Tað verður bólkurin "Himmerland", sum fer at spæla. Talan er bæði um siðbundnan danskan fólkatónleik, sum limirnir í bólkinum hava lagt til rættis og um nýggjari tilfar, sum tey sjálvi hava gjørt. Kátir og lívligir tónar.


Bólkurin bleiv stovnaður í 2010, og hevði sínar fyrstu konsertir í Føroyum. Tey hava síðani tá spælt á fólkatónleikafestivalum í øllum norðurlondum, í flestu londum í Evropa, í Kanada, Suðuramerika, Avstraliu og Ný Sælandi. Tey hava vitjað aftur í Føroyum fleiri ferðir. M.a spældu tey bæði á G og á Summartónum í 2013.



0 views