Lærlingur í Veltuni


23 ára gamla Maria L. Jacobsen úr Havn lesur til gartnara í Roskilde. Sum part av útbúgvingini hevur hon valt at koma í starvsvenjing í Sandoynni.


Áhugin fyri gartnarayrkinum bleiv vaktur tá hon, eftir lokið studentsprógv í 2016, fór til Fraklands at arbeiða á ymsum gørðum. Tað tók kortini fýra ár, áðrenn avgerðin at søkja inn á gartnaraútbúgvingina bleiv tikin.


Maria heldur tað vera sjálvsagt, at vit í Føroyum eiga at økja framleiðsluna av grønmeti, og tí var Veltan tað upplagda staðið at fara í starvsvenjing.


Starvsvenjingin er fýra mánaðir, og Maria sær fram til eitt frálíkt summar á Sandi.



44 views