Kunningarstovan skipar fyri ferðavinnufundum

Hvussu menna vit eina ferðavinnu ið ikki órógvar í Sandoyar Sýslu?
Tað gera vit millum annað við at tosa meir saman og menna ferðavinnuna út frá tí. Øll ið búgva í sýsluni eru hjartaliga vælkomin.
Vit taka m.a. útgangsstøði í kanningini ið Fróðskaparsetrið gjørdi um lendisnýtslu í Sandoyar Sýslu ísv. BuSK verkætlanina.
Fyri at gera tað gjørligt hjá so nógvum at møta sum til ber, hava vit tveir fundir á hesum sinni. Innihaldið verður tað sama á báðum fundum, so tit luttaka tá tað liggur best fyri hjá tykkum.
Fyrsti fundur verður 28. oktobur kl. 16 í Samljóð í Skopun. Næsti fundur verður 30. oktobur kl. 19 í Virkinum á Sandi.
Um tú ikki fært luttikið, men fegin vilt siga tína meining, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til tordis@visitsandoy.fo, viðmerkt "Ein ferðavinna ið ikki órógvar II" ella ringja á 222116.
Um tú ikki býrt í sýsluni men hevur áhuga í at vera við til fundin, kanst tú senda ein fyrispurning til tordis@visitsandoy.fo.