Kunning frá NCC til Sandoyggjafólk.

Hey góðu sandoyggjafólk. Hetta er ein kunning frá NCC Føroyar. Frá tíð til aðra, so hava vit haft avbjóðingar við at hava ferðsluljósini í Traðardali fult virkin, hetta kemst mest av, at veðurlagi í Føroyum, og serliga januar mánaði í ár sum hevur verið ekstremt vátur, og tað virkar sum regni fer ígjøgnum heilt. Vit arbeiða støðugt við at betra ferðsluljósini, so tey í framtíðini klára allan vind og avfall. Vónandi bera tit yvir við okkum.


Hetta er tó eisini ein lítil áheitan á tykkum, um at virða ljósini, og ferðsluskeltini, við serliga ikki at koyra skjótari enn hámarksferð sum skeltini siga, ávikavist 60 og 40 km/t. Um so er at ljósini er óvirkin ella blinka gult, so hava tit loyvi at koyra, um eingin tvørgangandi ferðsla er, tó ikki skjótari enn skeltini siga.

388 views