Kreativ pappírsverkstova á Mølini



Kom til kreativa pappírsverkstovu á Caféini á Mølini í Skálavík, leygardagin 21. septembur 2019!

Talan er um kreativt skeið við endurnýtslutilfari. Sniðgevar og kreativ úr sýsluni leggja lag á!

Hví

Hvørt ár ganga faldarir út, og vit á kunningarstovuni vilja fegin geva teimum nýtt lív, heldur enn at koyra burtur. Vit ætla hvørt ár at hava kreativar verkstovur har vit saman geva tilfarinum nýtt lív. Vit halda at grøna oyggin sjálvandi eisini skal hugsa grønt tá ið tað kemur til pappír.

Hvør

Í ár fara Frida og Julianna at leggja okkum lag á, og vísa okkum hvussu vit kunnu endurnýta pappír til at gera málningar o.a.

Hent at vita

Vit hava faldarar, lím og annað við ið tit kunnu brúka á degnum. Um tú hevur okkurt tilfar ið kann brúkast á degnum ert tú vælkomin at taka tað við.

Eitt gott hugskot er at taka eina rammu við um tú vilt gera eina mynd, ein pappírs-lampuskerm um tú vilt gera eina lampu, ella annað. Alt ber til!

Kostnaður

50,- fyri hvønn.

Goldið verður á caféini.

Tilmelding

Tilmelding krevst ikki. Vit eru tó fegin um tit skráseta tykkum sum luttakandi á okkara Facebook tiltaki ella senda okkum boð á info@visitsandoy.fo, so vit vita á leið hvussu nógv luttaka.

Stað

Caféin á Mølini í Skálavík

Nær

21. septembur, kl. 14 - 16.

Ferðing

Til ber at taka bátin kl. 11.15 ella 13.15 av Gomlurætt og kl. 16.35 ella 18.35 úr Skopun.


Hetta skrivar Caféin á Mølini á Facebook

37 views