GERHARD LOGNBERG: Koyr á Gubbin!




At val stenur fyri durum, er eygsæð.


Jónleif Johannesen og Brandur Sandoy yvirbjóða hvønn annan.


Jónleif sigur: tíbetur eyðnaðist at opna flakavirkið aftur. Jónleif, tað eiga hvørki tú ella eg nakra æru av, alt annað er skammleyst at halda.


Brandur nevnir aliloyvið á Sandsvág og samgonguna, hann sat í sjálvur. Var eg partur av henni eina lítla helvt, tí føli eg, at tú sendir pílin eftir mær.


Jú, Brandur, aliloyvið hevur bjargað Sands Kommunu, tí tit heysta 3 mió um árið.


Tú nevnir, at Mowi lat flakavirkið í Skopun upp fyri 4 árum síðani, við 60 arbeiðsplássum. Tað hevði vælsagtans einki við landið at gera.


Jú, sum skálkaskjól fyri, at fáa Sandsvág. 4 ár seinni stongja teir virkið í Skopun uttan nakra grund. Og leggja tríggjar ringar afturat á Sandsvág.


Virkið hevði okkurt ár eitt lítið yvirskot, onkuntíð eitt lítið undirskot.


Mowi er ein av heimsins stórstu alufyritøkum.


Sands Kommuna visti væl, at virkið í Skopun og Sandsvág hoyrdi saman, tað kann hoyrast í einum útvarpsklippi, men tað var eingin av teimum ráðandi av Sandi, sum so frætt spanderaðu at ringja til stýrið í Skopun og tosa um hetta, var hetta bara í lagið?


Í Sands Kommunu tordi man ikki, at rætta grannakommununi eina hond, sjálvsagt fyri stórfyritøkuni Mowi.


Suðuroyingar lótu Sandoy Seafood upp


Í byrjanini hevði vikrið í Skopun stórt avlop.


Tá ringdi ein av stjórunum og spurdi meg, um eg hevði nakað ímóti, at hetta varð deilt við Sands Kommunu. Eg segði, at tað var í lagið, vit deildu við grannakommununa. Partafelagið var í Skopun.


Men tá Sands Kommuna fekk 3 mió um árið, spurdi eg um tað sama, sum eg var spurdur, svarið eg fekk var, tosa við Fíggjamálaráðið, so tað varð eitt nei.


Nei, hvørki Jónleif ella Brandur fáa nakra stjørnu frá mær um virkið í Skopun, tvørtur ímóti.

Jónleif, tú er farin at kalla teg fyri Sandoyartingmann, tað er tú ikki! Veit tú ikki, tú hevur tín heimstað í Klaksvík og Føroyar er eitt valdømi?


Jónleif, tín leiklutur átti at verið, at skaffa virkinum menningarpart, helst í botnfiski, men tað kláraði tú ikki.


So flakavirkið eiga tit ongan lut í, og Mowi brúkti virkið fyri at fáa Sandsvág.


Hví mótmæltu tit báðir ikki. Nei, tít góðtaku tað skammuliga, sum Mowi gjørdi ímóti Skopun.


Sandoyartunnilin


Jónleif, hvar er tín leiklutur í Sandoyartunnlinum? Eg má bara spyrja. Hann bleiv undirskrivaður ímeðan eg var uttanflokka tingmaður. Tú var ikki komin í politikk, tá hetta málið varð avgreitt.