Komin hálva leið


Í síðstu viku vóru boraðir 98 metrar. Nú eru boraðir 5.409 metrar, av 10.785 metrum av Sandoyartunlinum og svarar hetta til at helvtin av Sandoyartunlinum sprongd.


Í Traðardali var hildið á at bora fyrsta pumpubrunnin á tí síðuni. Fimm pumpubrunnar eru í Sandoyartunlinum, eins og í Eysturoyartunlinum. Hetta er næsti brunnurin sum verður boraður. Brunnarnir eru sera umfatandi at bora og eru um 60 metrar langir. Brunnarnir skulu klára at rúma øllum vatninum, sum lekur inn í tunnilin í 2 samdøgur, um so er at t.d. ólag kemur á pumpuskipanina.


Í síðstu viku vóru boraðir 27 metrar av tunli í Traðardali. Har eru nú boraðir í alt 2.803 metrar.

Á Gomlurætt vóru í síðstu viku boraðir 71 metrar. Har eru nú boraðir í alt 2.606 metrar.

35 views