Knappir 4 kilometrar boraðir

Í síðstu viku vóru boraðir 146 metrar til samans. Í alt eru nú boraðir 3.970 metrar, av 10.785 metrum av Sandoyartunlinum.
Í Traðardali vóru í síðstu viku boraðir 61 metrar. Har eru nú boraðir í alt 2.136 metrar.
Á Gomlurætt vóru í síðstu viku boraðir 85 metrar. Har eru nú boraðir í alt 1.834 metrar.