Katrin takkar fyri seg



Eftir fimm ár sum forkvinna í Veltuni, leggur Katrin nú frá sær.


Katrin var við til at stovna Veltuna fyri fimm árum síðani, millum annað við tí endamáli at økja um grønmetisframleiðsluna í Føroyum.


Tað er ikki manglandi áhugi fyri arbeiðinum hjá Veltuni, sum ger at hon nú leggur frá sær.


Katrin flutti síðsta summar til Havnar, og hevur tí ikki verið partur av dagliga arbeiðinum í Veltuni hetta síðsta hálva árið. "Tað er einki at ivast í at Veltan eigur at hava ein formann ella forkvinnu, sum er til staðar í oynni," sigur Katrin.


"Eg trúgvi enn sum áður uppá, at vit eiga at framleiða nógv meira av okkara egna mati í Føroyum, á góðu royndir okkara í Veltuni, og á møguleikarnar fyri at byggja víðari upp á okkara grundsjónarmið. Veltan er framvegis einsamøll tann týdningarmiklasti grundarsteinurin, hon hevur verið síðani 2015. Og tí má hon hava eina nevnd, sum er til staðar og tryggjar henni lív og møguleikar."


"Eg fari at takka tykkum øllum fyri stóru, stóru upplivingina, vit hava havt saman hesi fimm árini í Veltuni. Óteljandi góðar løtur, avbjóðingar og nýggir, djarvir tankar." Sigur Katrin at enda.






95 views