Karl Martin og Ingi Poulsen á Ljósafløtti



Fyrsta navnið til seinsummarkonsertina á Sandi bleiv kunngjørt fyri nøkrum døgum síðani.


Tað er Ingi Poulsen, sum millum annað er kendur fyri hittini "Tann fittasta" og "Tá ið je síggi tje" Ingi fer á pallin saman við Húsaorkestrinum, á Ljósafløtti tann 24. august.


Í dag bleiv aftur eitt navn kunngjørt. Tað Karl Martin Samuelsen, sum í meir enn 40 ár hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum. Millum kendastu løgini hjá Karl Martin eru "Alla nátt" og "Breaking my heart."



7 views