Kaj Leo svarar fyrispurningi frá Brandi



Svar upp á fyrispurning nr. 25/2019 eftir § 52a í tingskipanini um heilsutrygd, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni


Spurningurin var soljóðandi:

1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at borgarar skulu gjalda heilsutrygdargjald av inntøku, sum er vunnin har, ið Heilsutrygd ikki tekur við, og har borgarar okkara eru dekkaðir av aðrari trygdarskipan?

2. Hví gongur Heilsutrygd ímóti niðurstøðu hjá Kærunevndini í Heilsumálum, í máli um innkrevjing av heilsutrygdargjaldi?

3. Hví fór Heilsutrygd ikki víðari við taptu kæruni, um Heilsutrygd metti seg hava lógina á sínari síðu?

4. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at rudda upp í hesum óskili, og nær kann ein loysn væntast?


Svar:

Til spurning 1

Tað er trupult hjá mær at fyrihalda meg til, um galdandi lóggáva er rímilig ella ikki. Heilsutrygd má, sum almennur stovnur, halda seg til galdandi lóggávu í Føroyum. Í hesum máli hevur Heilsutrygd hildið seg til ásetingina í § 24, stk. 1 í heilsutrygdarlógini, ið ásetur, at øll, sum hava fylt 18 ár og sum eru fevnd av lógini, skulu gjalda heilsutrygdargjald. Í juni 2019 tók Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum avgerð um at broyta avgerðina hjá Heilsutrygd, soleiðis at gjaldsskyldan, sum er áløgd kæraranum sambært heilsutrygdarlógini, fellur burtur. Hetta vísandi til Nordisk konvention om social sikring. Heilsutrygd hevur nú møguleikan, antin at fylgja kærunevndaravgerðini ella at fara í rættin við málinum.

Tá ið spurningurin um rímiligheit verður umrøddur, kann tað leggjast afturat, at sambært § 154b í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógini) kann ein persónur, ið er fevndur av “Nordisk konvention om social sikring” og sum eisini hevur inntøku í Føroyum, fáa kreditt í føroyska skattinum fyri gjaldið til t.d. Folketrygd í Noreg ella aðrar sosialar veitingar, sum koma undir Norðurlendsku konventiónina um sosiala trygd. Gjaldið til t.d. Folketrygd telur sostatt við í Føroyum, sum um talan var um inntøkuskatt, goldin í Noreg.

Hetta merkir, at um nevndu persónar, ikki skulu rinda til Heilsutrygd, samstundis sum teir fáa kreditt í skattinum fyri gjaldið í Noreg, so er úrslitið í veruleikanum, at onki verður goldið tá samanum kemur, samstundis sum persónarnir hava rætt til at móttaka veitingar frá Heilsutrygd. Tað meti eg ikki er rímiligt, men ein skeivleiki í mun til aðrar borgarar í landinum.


Til spurning 2 og 3

Í fyrstu avgerðini, ið Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum tók í hesum máli í 2014, vórðu avgerðirnar hjá Heilsutrygd heimvístar til nýggja viðgerð. Tað vil siga, at hetta var ikki ein kærunevndaravgerð, ið Heilsutrygd skuldi fylgja, men Heilsutrygd skuldi taka málið upp til nýggja viðgerð. Heilsutrygd tók málið upp til nýggja viðgerð og tók avgerð vísandi til galdandi lóg, nevniliga § 24, stk. 1 í heilsutrygdarlógini. Hesar avgerðir vórðu aftur kærdar til kærunevndina, sum í juni 2019 tók nýggjar avgerðir í málinum. Í hesum málum tók kærunevndin avgerð um, at gjaldsskyldan sambært § 24, stk. 1 í heilsutrygdarlógini fellur burtur. Hetta vísandi til Nordisk konvention om social sikring.

Síðani nýggjastu avgerðina hjá kærunevndini, hevur Heilsutrygd gjørt av at kanna møguleikarnar fyri at royna málið í rættinum, so rætturin kann avgera, hvat er rætt og skeivt í hesum máli. Um málið ikki kann roynast í rættinum, má Heilsutrygd fylgja avgerðini hjá Kærunevndini í almanna- familju og heilsumálum.


Til spurning 4

Sum sagt, kannar Heilsutrygd í løtuni, um tað ber til at fara í rættin við hesum málinum. Vónandi skapar hetta rættarmál greidleika viðvíkjandi verandi støðu. Um tað ikki ber til at leggja málið fyri rættin, ella um Heilsutrygd ikki fær viðhald í rættinum, má eg taka støðu til, hvørt neyðugt er at broyta heilsutrygdarlógina, soleiðis at hon samsvarar við Nordisk konvention om social sikring.

Heilsumálaráðið, 10. desember 2019


Kaj Leo Holm Johannesen

landsstýrismaður

27 views