Kafe Breiðateig fyri seinastu ferð!




Tað hevur verið ein hugnalig og spennandi roynd, at menna Kafe Breiðateig, hesi trý árini.


Vit fara at takka fyri allar vitjanirnar og allar hugnaligu løturnar. Eisini fara vit at takka okkara samstarvsfelagum.


Eitt síðsta sprell áðrenn vit lata aftur endaliga, verður nú í vikuskiftinum.


Vit hava opið fríggjakvøldið frá kl. 20.00-02.00 og leygarkvøldið frá kl. 17.00-02.00.


Hetta skrivar Kafé Breiðateig á Facebook

116 views