Jarnmenn í Keypmannahavn



Ólavur Enni Elisson luttók í gjár, samman við systkinabarninum Inga B. Poulsen í IRONMAN Copenhagen.


IRONMAN Copenhagen er ein altjóða triatlon stevna í Ironman - teininum, sum í alt er 226 kilometrar. 3,8 km svimjing, 180 km á súklu og so eitt heilt maraton, sum er 42,2 km.


Luttakaratalið hevur tey síðstu árini ligið millum hálvtriðja- og trý túsund.


Tað krevur treysti at vera við í slíkari kapping. Nærum fjóðri hvør luttakari hevur verið ov bjartskygdur og klárar ikki at fullføra teinin, meðan vinnararnir tey síðstu árini hava brúkt góðar átta tímar um teinin.


Ingi kom á mál við tíðini 11: 25 og tíðin hjá Ólavi Enni var 12:19


Á appini Ironman Tracker skrivar Ólavur Enni millum annað: "Jeg dedikerer dagens race til min far Elis Poulsen der gik bort d. 22.07"



0 views