Jørgen svarar Brandi



Spurningur frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um grótkastið í Skopun.


Spurningurin er soljóðandi:


1. Nær verður grótið í innsiglingini til Skopunar havn ruddað burtur? 


2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera neyðugu umvælingarnar á grótkastið í Skopun, og nær fer hetta arbeiðið í gongd?


Svar:

Landsverk upplýsir, at grótið, sum kemur í innsiglingina í Skopun, er restin av tí brimverju, sum bleiv løgd uttanfyri pierin á Bergi fyrst í 1990’unum.


Av tí at verkætlanin ongantíð varð liðugtgjørd, er grótið farið við briminum og nakað er endað í innsiglingini. Økið um endan á pierinum er ruddað, soleiðis at trygt er hjá Teistanum at sigla í ávísari frástøðu.


Í 2015 og 2017 varð nógv grót tikið burtur.


Síðan hevur Landsverk gjørt árligar uppmátingar av botninum.


Í 2019 varð mett neyðugt at taka nakrar fáar steinar upp afturat, tí hesir minkaðu nakað um dýpið í innsiglingini, og hetta arbeiðið varð gjørt.


Landsverk fer um mánaðarskiftið apríl/mei at gera árligu uppmátingina fyri at vita um viðurskiftini eru broytt í vetur og um tørvur verður at gera meira.


Landsverk leggur afturat, at høvuðsorsøkin til, at tað er meira ókyrt í innsiglingini nú, er at grótkastið uttanfyri pierin á Bergi ikki longur dempar alduna, tí tað er nærum burtur. 

Stóra grótkastið á Símunarbukt hevur nøkur sár, sum Landsverk heldur eyga við.


Talan er um tvey ymisk viðurskifti. Tað, sum sæst sum sár út móti havinum við sjóvarmálan, er nakað sum roknað er við.


Grótkastið er gjørt soleiðis, at uttasti parturin skal leggja seg við tíðini og tí er hesin parturin so breiður. Landsverk upplýsir, at so leingi henda máan ikki nærkast sjálvari krúnuni, er eingin vandi á ferð.  


Sárini, sum eru uppi á krúnuni, áttu at verið umvæld, og er hetta nakað, sum Landsverk hevur gjørt Skopunar kommunu varuga við.


Eftirsum talan er um kommunala havn, er grótkastið ikki rakstrarøki hjá Landsverk.


Síðsta summar hampaði Landsverk tó uppá innsíðuna á grótkastinum. 


Tinganes, 28. januar 2020 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum

53 views