Jørgen Niclassen onga virðing fyri Sandoynni



Jørgen Niclassen onga virðing fyri Sandoynni. (sambært úttalilsinum í KVF í dag)

Hetta skal verða ein lítil viðmerking um brikslið frá landstýrismannin í fíggjarmálum Jørgen Niclasen.


Fyrst Jørgen! Tit hava einki gjørt við grótkasti hjá tykkum sjálvum, sum fór í stóra briminum í 2020. Tað liggur, sum ein ruin.

Grótið í innsiglingini eiga tit eisini. Hetta stavar frá arbeiði hjá landinum, sum ongantíð er gjørt liðugt og gróti, sum landi skuldi taka upp í innsiglingini í 2020 er heldur ikki liðugt, hetta er til stóran ampa fyri øll sum skulu brúka innsiglingina, eisini strandfaraskipini.


Jørgen Niclasen, er tú virkuliga so frekkur, at tú heldur at Hasfjord ikki skal gjalda havnagjald í Skopunarhavn?

Meinar tú, at skopuningar skulu gjalda tað rokningina? Ella Jørgen var Hasfjord olmussa til Sandoynna?

Hetta er langt úti!


Um tú er ein rættur maður, so eigur tú at krúpa berføddur aftur í útvarpsstovuna og biða bæði skopuningar og alla sandoyar sýslu um umbering!


Vinarliga Gerhard Lognberg, borgarstjóri

44 views0 comments