Jørðber úr blikki og rómi úr blikki


Gott fundarfólk!

SKÓNIR

Ikki eitt orð um hvørsmansrætt – men eg síggi, at vit eru nokk mong her í dag, sum dáma at ganga og renna í haganum! Og tað er gott fyri okkum í kropp og skinn, sál og sinn. Ikki minst at seta okkum sjálvi í perspektiv. Tá vit eru sannførd um, at júst tað, vit sjálvi fáast við júst nú er soo stórt og serligt, og at tað er so týdningarmikið at gera og siga tað rætta – so er gott at fara í hagan og møta eini skón. Ja, møta er kanska so nógv sagt – ein skón situr nevniliga still. Og tað er eitt av teimum tingunum, sum ger hana so hugvekjandi. Skónir kunnu hava ymiskt skap, summar líkjast meira plantum enn aðrar – hóast ongar teirra ERU plantur – men tær, sum eg oftast leggi merki til, eru tær, sum mynda tær gulu og gráu og hvítu flekkurnar á steinum. Ein skón er í veruleikanum eitt samstarv millum eina algu og ein sopp – helt mann inntil fyri fáum árum síðani, tá man fann útav, at algan kann faktiskt hava fleiri soppar afturat sær. Men í øllum førum – algan útnyttar sólarljósið og ger orku til bæði sín og soppin, meðan soppurin veitir innivist og upptekur mineralir til bæði sín og alguna. Eisini áhugavert. Men tað, sum mangan talar mest til mín, tá eg eri hagatúr, er, at ein av hesum gulu flekkunum, ein skón, ein livandi vera, kann verða 8.000 ára gomul !!!

Hugsi tykkum. Hon hevur sæð sólina rísa einar 3 milliónir ferðir. Sitið har, á sínum steini, upplivað fyrstu menniskjuni í Føroyum, fyrstu seyðirnar, svartadeyða, víkingatíð, - áðrenn rómverjaríkið var til, sat hon her. Sama skónin.

Tað fær meg at føla, at kanska er tað ikki so avgerandi fyri alheimin, hvat eg finni uppá at brúka mítt stutta lív til. Og at eg, hóast uppald til at halda, at eg – saman við tykkum – eri krúnan á skapanarverkinum, má ásanna, at tað eru aðrar verur, sum duga munandi betri at liva enn vit. Halda seg ungar í 8000 ár! Og eg nærkist eini fatan av, at eins og vit síggja skónina sum “okkurt í náttúruni rundan um okkum” – okkurt, vit kanska kunnu brúka á plantulitingarskeiðnum (!) – so eru vit eiisni tað fyri hana. Okkurt, sum flákrar forbí, so skjótt, at tað næstan ikki er til at varnast. Óbetýðiligt.

Vit eru partur av náttúruni. Óansæð, hvat vit annars billa okkum inn, so eru vit tað. Og eins og skónin, so liva vit á okkara steini.

Vit ERU partur av náttúruni. Og eg tosi ikki beint nú um tað stóru heildina, menniskjað sum stjørnudust og part av alheiminum – eg tosi um okkum, sum eta seyð, sum etur gras, sum stendur í mold, sum heftir at kletti. At vit beinleiðis eru partur av okkara nærumhvørvi. Men vit hava seinastu mongu árini gjørt alt fyri at gloyma tað! Og eg veit – hvør hevur skyldina. Tað hava – ommurnar. (!)

OMMAN OG LONGLIFE Eg elskaði ommurnar báðar, men soleiðis er nú einaferð søgan. Omma mín Borghild var fødd í 1927. Vaks upp á Mølini í Skálavík, livdi allar sólskinsdagar í fjøruni, passaði kúnna í kjallaranum, og hjálpti pápa sínum í veltuni uttanfyri. Hann hevði tiltikna gularótaveltu. Dugdi so væl at fáa tær stórar og góðar.

Forbrúkið, ja – omma mintist, tá handilin á Mølini, sum omma HENNARA rak, fekk páskaregg. Eitt. Páskaregg. Kanska vóru tey tvey, eg skal ikki siga tað vist. Men tey vóru í øllum førum ikki fimm – sum omma + hennara 4 beiggjar. So omman á Mølini fann uppá at siga, at páskaregg, tað var sovorðið, sum bara var fyri gentur. Og so fekk Borghild – omma mín – hetta einasta páskareggið, sum var.

Omma var, tá hon var blivin omma mín, meira bersøgin enn tey flestu. Og kanska lærdu vit í skúlanum sangir um tað romantiska við neytarakstri og torvskurði, men omma segði “gud havi lov fyri tann dag, tá vit fingu oljufýring og eg slapp frá at fara í hagan!”

Eftir fátækslig ár í 50-unum, fingu ommur okkara fleiri hentleikar og pengar millum hendi. Streym inn í húsini. Ráð til at bíleggja klæðir úr príslistum, ráð til at keypa, kenna seg priviligeraðar!

Tað fylgdist alt. Knappliga kundi omma, akkurát sum frúurnar, hon hevði verið arbeiðsgenta hjá í Danmark sum ung, servera jørðber við róma. Jørðber úr blikki og rómi úr blikki, ja, men tað VÓRU jørðber við róma!

Í kjallaranum hjá langommuni stóð kúgvin, í kjallaranum hjá ommu míni stóð altíð eitt kartong av danskari longlife-mjólk. Og omma var so glað fyri sín reina kjallara og fyri mjólkina, sum aldrin spiltist...

Eg skilji tær – ommurnar. Lívið bleiv lættari. Tær høvdu onga yvirornaða ætlan um at skilja okkum frá náttúruni – tað hendi bara, blikk fyri blikk, eskju fyri eskju. Tær fingu tíð at njóta lívið. Gera sær hava við liggistóli og grasplenu, heldur enn at velta gularøtur og flyta heimalomb.

So komu mammurnar, og vit fluttu enn longri burtur frá gularótaveltunum. Gularøtur, tað var nakað, sum man fekk úr Danmark. Sigur tú Lammefjord, ja, so siga fólk gularøtur!

Og so komu vit – mammurnar og páparnir í dag – og vit skuldu sanniliga ikki hava forgiftaðar gularøtur, nei vit keypa bara økologiskt! Vit nærlesa etikettur og googla føðsluvirðið í mango og quinoa og samanbera biodynamiskar gularøtur við tær, sum bara eru vistfrøðiligar...

ØKOLOGISKAR - FYRI ONNUR Vit fóru aftur til náttúruna... men mest til náttúruna hjá øðrum fólki. Í øðrum londum. Grønt og sproytifrítt og gingið úti á bønum, gamaní, men púra uttan fyri okkara rekkjuvídd. Onki við hesar steinarnar, VIT liva á, at gera.

So – vit gjalda fyri at halda tomatplanturnar í Spania eiturfríar og fyri at grísarnir í Danmark skulu sleppa at ganga úti viðhvørt. Og alt gott um tað! Men tað er bara ikki at vera partur av náttúruni, tá tað er her, man býr.

MOLD – OG MATMENTAN Júst meðan vit eru savnaði her, er opið hús í Mat- og moldmentanarháskúlanum á Sandi. Har kann man í dag koma inn og læra at súrga mjólk! Langommurnar hjá okkum høvdu smílkast... fnisað kanska eisini, at vit ikki duga so frægt... Men giti, at tær høvdu í øllum førum skilt, at sjálvandi mugu vit læra tað!

Háskúlan hava vit grundað fyri at betra sambandið millum føroyingar og Føroyar. Læra aftur at síggja okkum sum part av náttúruni. Og at læra, hvussu vit kunnu liva saman við náttúruni. Gagnnýta hana uttan at oyðileggja hana.

Skúlin er bygdur á tankagóðsið hjá felagnum Veltuni, sum er felagið hjá teimum, sum velta grønmeti. Vit marknaðarføra og selja, og samstarva um veltingina – og royndirnar. Tí so nógv er enn, sum vit mugu læra um vøkstur og velting í Føroyum.

Ferð eftir ferð fær Veltan sum átak og felag jaligan respons manna millum. Vit merkja, at Veltan við sínum málum um reinar, frískar matvørur og gagnnýtslu av føroyskari jørð liggur mitt í einum sterkum tíðarráki. Hetta rákið byrjaði at bylgjast í Føroyum, tá Leif Sørensen og hinir norðurlendsku úrmæliskokkarnir gjørdu Ny Nordisk Køkkenmanifest. Ynskið hjá kokkunum um at gagnnýta okkara klima, okkara náttúrugivnu føði og okkara siðbundnu veiðu-, goymslu- og framleiðsluhættir, er ikki bert fyri at skapa nakað unikt, men er eisini eitt ynski um at geva norðurlendska fólkinum vitan og tamarhald á lívsgrundarlagnum hjá okkum sjálvum – matinum, vit eta. Eisini Veltan byggir á hetta ynskið. At skapa mat við høgum góðskuvirði, samstundis sum vit geva fólki møguleikan at velja mat úr jørðildi, vit sjálvi hava tamarhald á og kunnu ansa eftir.

Vit síggja, at hesar hugsjónirnar mugu hava eitt heim, skulu tær blíva til ta matkollveltingina, sum tær hava potentiali til. Henda kollveltingin er fleirtættað. Hon krevur fólk, sum duga at velta, ja, men eisini fólk við innliti í vistfrøði, plantufrøði, matlist, veiðuhættir, og fólk við tevi fyri nýhugsan og menning av matmøguleikunum.

Vit hava í Føroyum serfrøðingar á øllum hesum økjum, men hava manglað eitt stað, har samanrenningin hendur. Har bóndaskapur, matlist og lívfrøði sameinast. Og vit hava manglað eitt stað, har næmingar kunnu fáa allar hesar tættirnar í einum, og saman við íverksetarum og hugsjónarfólki skapa nýtt innan hesi økini. Tí var ein skúli áhugaverdur fyri Veltuna - og fyri málini um grønmetisvinnu og føroyska matvinnu yvirhøvur.


HVØR SKAL GANGA Á SKÚLANUM? Framtíðarinnar kokkar, bøndur, matframleiðarar, lívfrøðingar – men eisini framtíðarinnar innløgumenn og –kvinnur, sum á okkara skúla læra seg sjálvbjargni og at taka lívsval viðvíkjandi hvussu tey vilja føða seg sjálvi, skulu vera næmingar á Mat- og moldmentanarháskúlanum. Á háskúlanum skulu tey fáa eina grundvitan, praktiskar førleikar og tankagóðs at skapa sítt egna samband við umhvørvið, tey liva í.


JØRÐIN MÁ BRÚKAST Ein dagin, eg kom inn í barnagarðin á Sandi, høvdu tey verið í veltuni hjá Miðstovugarði og vitjað. Ein smágenta møtti mær í túninum, við einum grønkálsblaði í hondini. ”Hygg! Hetta kann man eta!” fortaldi hon mær. Tað var dýrabær vitan, hon hevði tilognað sær tann dagin. At matur veksur beint við, har hon býr. Hon skal bara henta hann og eta hann. Tá hon verður størri, kanska eisini sáa og passa hann. Tá fer hon at kanska at hugsa um, at vit eiga eitt matframleiðslutól, sum er viðlíkahildið í 1000 ár. Ikki so gamalt sum skónirnar, nei, ikki SO kul, men alla ta tíð, nakar hevur búð á Sandi, er jørðin reinsað, velt, sádd – passað. Og sjálvandi á øllum øðrum búplássum. Men vit eru í ferð við at spæla okkum av við hetta tólið. Vit ikki bara byggja betongbygningar á góðu jørðini, vit lata hana eisini forfella. Meir enn helvtin av innangarðsjørðini í Føroyum stendur ósligin, órørd. Full í deyðasinu, og verður aftur til haga, um ikki so langa tíð. Skónirnar kanska halda tað vera fínt! Men vit, henda rasan, hevur brúk fyri dyrkilendi. Og fyri dugnaligum fólki at velta og framleiða mat.


TAÐ LOYSIR SEG BETRI ENN SEYÐAHALD Veltan er eitt royndarprojekt, sum framleiðir ein evarska lítlan part av tí grønmetinum, sum skal til fyri at metta føroyingar. Sandoyggin er grønmetisoyggin… ja, men bert 1 prosent av innangarðsjørðini á Sandoynni verður brúkt til søluframleiðslu av grønmeti og eplum! Samstundis vita vit, at UM vit nýta ein hektar, 10.000 fermetrar, av góðari jørð til at velta okkurt á, sum vit duga, kundi verið epli og gularøtur, og tað gongur hampuligt, so hevur lidna vøran eitt søluvirði upp á 2-300.000 krónur. Brúkar tú sama stykki til seyðahald, so kann tú fáa eini 10 lomb burturúr. Tíggju krov hava eitt søluvirði upp á 12-15.000 krónur. Tað er sjálvandi ikki heilt so macho at lúka millum gularótarekkjur sum at fletta veðrar – so kanska eru tað kvinnurnar, sum fara fyrst at síggja ljósið! Og tað er ikki verri, als ikki.


EITT MATFULLVELDI Matrevolutiónin má henda á fleiri pallum og planum. Lær barnagarðsbørnini at sáa og henta etandi plantur. Lær kokkar at nýta føroyskar rávørur. Lær festarar at velta grønmeti. Veltið heima, í egnari mold. Men vit mugu eisini hava ”hægru maktirnar” við. Kom og brúkið innangarðsjørðina. Kom og ansið eftir henni, so hon ikki fer undir betong, og kom og finni útav, hvussu vit fáa samspælið í sving – millum okkum og jørðina, náttúruna. Kom og gerið eitt matfullveldi, har vit ikki nýta olju og køligass til at innflyta mat, sum vit akkurát tað sama, og við stórum fyrimunum, kunnu framleiða í egnari mold, uttan at troðka nakað annað burtur!

IKKI SKAÐA SYMBIOSURNAR Skónir eru ein symbiosa. Fyrr helt man, at talan var um EINA algu og EIN sopp, sum samstarvaðu og livdu saman sum eitt. Fyri fáum árum síðani fann ein amerikanari útav, at har eru fleiri soppar uppií! Hann fann í einari skón eitt soppaslag afturat, sum var nógv minni enn hitt, sum lá líkasum goymt inni í symbiosuni. Fantastisk uppdaging. Vit eru ikki í symbiosu við nakran. Føroyar klára seg væl uttan føroyingar. Jørðin uttan menniskju. Okkara frægasti leiklutur er at royna at vera sum tað loyniliga soppaslagið. Ein vera, sum livir við, og sum í øllum førum ikki oyðileggur symbiosurnar, vit liva við. Kanska enntá brúka okkara stutta lív til at gera okkurt betri, fyri okkum sjálvi, landið, jørðina, og hennara veruligu arvtakarar,… skónirnar, sjálvandi…

Vit kunnu, um ikki annað, taka samanum hesa løtuna, frá tí langabbarnir veltu gularøturnar, og til í dag. Velja tað góða burturúr. Frøða okkum um, at vit ikki skulu í hagan eftir torvi, men hava kunnleika, so vit faktiskt kunnu skapa hitan burtur úr kalda vindinum og vatninum! Og viðurkenna, at tað ER gott at velta sítt egna og at liva tætt saman við tí, vit eru gjørd av. Og blíva til, ein dag, um nakað væl færri enn 8000 ár.

0 views