JÓNLEIF JOHANNESEN: Her hevur verið framgongd og ikki tómgongd

Fyri Sandoynna eru m.a hesi átøk framd:
- Allir túrar hjá Teistanum eru nú beinleiðis millum Gomlurætt og Skopun.
- Sandoyartunnilin er farin í gongd, og eru 170 mió. kr. settar av beinleiðis til hesa tunnilsverkætlan hetta samgonguskeiðið.
- Tunnilstoymið er endurstovnað, og byrjað er uppá Dalstunnilin. Grótið skal brúkast til at breiðka um vegin til Húsavíkar, Skarvanesar og annars at betra um vegakerviðá Sandoynni.
- Stuðul verður nú givin til flutning av frystum fiski, og ger hetta góðan mun hjá flakavirkinum.
- Nú ber til hja bóndum at selja sína vøru á nógv smidligari hátt enn áður.
- Karmar eru skaptir fyri at stór lívfiskastøð verður gjørd í Skálavík.
- Rakstrarjáttanin til umlættingar- og virkisdepilin á Sandi er økt munandi.
- Stuðulin til útoyggjar, herundir Skúvoy og Dímun, er øktur og avloysaraskip verður bygt.
- Háskúlatilboð er sett í verk á Sandi.
- Arbeitt verður við at seta listaskúla a stovn á Sandi og peningur er setttur av.
- Fólkafráflytingin er steðgað.
- Tíbetur eydnaðist tað at fáa gongd aftur á virkið í Skopun, so arbeiðsloysið enn er sera lítið ( minni enn 2%)