Jóna stillar upp fyri Miðflokkin



Jóna Jógvan-Hendriksdóttir Nicolajsen stillar upp fyra Miðflokkin.


Jóna er uppvaksin í Skopun, men flutti í fjørð til Havnar, har hon tekur HF útbúgving.

Á politiska Facebook-vanganum skrivar Jóna:


Orsøkin til at eg havi valt, at stilla upp fyri Miðflokkin er sera einføld. Tey etisku virðini, sum Miðflokkurin hevur, eru somu virði eg havi. Mær nýtist ikki at tosa um tey etisku virðini, tí flokkurin sum eg stilli upp fyri ger hetta fyri meg! Eg fari tí heldur at vísa á, hvat eg, um eg verði vald, fari at arbeiða fyri: - Umhvørvið má verjast betur, t.d. eigur nýtsla av plastikkposum at verið bannað. - Ferðasambondini til útoyggjarnar skula styrkjast! Bátar skula IKKI takast úr síni vanligu sigling fyri at røkja eina aðra leið! - Skipa ferðavinnuna betur - Sjúkraflutningurin skal verða á sama støði kring alt landið - Neyðugt er at javnseta korini hjá lesandi, so at næmingar við avbjóðingum fáa somu lestrarmøðuleikar - Skjóta og góða hjálp til næmingar við ymsum avbjóðingum – tað skal IKKI verða neyðugt, at hava eina diagnosu fyri at fáa røttu hjálpina