Jólini merkjast eisini í tunlinum



Í seinastu viku vóru boraðir 33 metrar av Sandoyartunlinum. Í alt eru nú boraðir 2.132 metrar, av 10.785 metrum. Í vikuni arbeiddi bert ein vakt nú tað stundar til jóla, umframt at lekar vóru.


Hetta sæst aftur í hvussu nóg var sprongt í vikuni. Í Traðardali vóru boraðir 12 metrar. Har eru nú boraðir 1.299 metrar. Á Gomlurætt vóru boraðir 21 metrar. Har eru nú boraðir 833 metrar.

90 views