Jólini í Skálavíkar kirkju


Skálavíkar kirkja, jólini 2020

Hóast vit vegna Coronu ikki kunnu samlast til guðstænastu í kirkjuni um jólini, verður opið í Skálavíkar kirkju hesar tíðir:

Tollaksmessudag kl. 14-20 Jólaaftan kl. 11-17 Jóladag kl. 14-18


Kirkjan er pyntað til jólini, ljósini lýsa, hátalari er settur upp, og úr honum fer at ljóma sálmasongur og jólaevangeliið, sum Havstein Klein, prestur hevur lisið inn. Jólaevangeliið verður lisið aftan á triðja hvønn sálm, og ígjøgnum ein tíma, verða ymsir sálmar at hoyra.


Leggið til merkis, at sálmarnir sum verða at hoyra, eru sálmar sum KVF tók upp í Skálavíkar kirkju fyri nøkrum árum síðani.


Verið vælkomin í kirkjuna.

MINNIST TIL TILMÆLINI – FRÁSTØÐU OG SPRITT

45 views0 comments