Jólatræið verður tendrað sunnudagin

Sunnudagin 1. desember kl 17.00 verða jólatræið og jólabygdin tendrað á Ljósafløtti. Havstein Klein, prestur, talar.
Aftaná verða kaffi, kakao, bollar o.a, at fáa á ovaru hædd á Bókasavninum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Í samband við tiltakið selur Lions Club Tindur kalendarar og jóladekoratiónir. Peningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál.
Jólamenninir hava aftur í ár boðað frá, at teir koma til Sands tá jólini nærkast. Lýst verður nærri seinni, nær teir koma.
6 views0 comments