Jólatiltøk um vikuskifti

Fríggjadagin 6. Desembur
Kl.09-19: Búrhandilin hevur Skógvar – 30 % í avsláttri alt vikuskifti.
Kl. 09-19: Á-handilin hevur opið.
Kl.17-02: Caféin á Mølini í Skálavík hevur opið.
Leygardagin 7. Desembur
Kl. 10-19: Á-handilin hevur opið. Jólamarknaður av barnaklæðum og skóm. Merkjavørur fyri spottprísir. Eisini bjóða vit kaffi og smákøkur.
Kl. 10-19: Búrhandilin hevur opið.
Kl.10-16: handilin Hjá Rólant hevur opið.
Kl.13-17: Familjuhugni á Føroya Grótvirki. Kom og ger tína egnu jóladekoratión. Jólamenn vera á staðnum. Nógv gott verður til matna. Tiltakið er fyri øll og fólk vera á staðnum til at leggja lag á. Meir verður lýst seinni.
Kl.16-02: Caféin á Mølini í Skálavík hevur opið.
Sunnudagin 8. Desembur – 2. Sunnudagur í advent
Kl.12: Messa í Skúvoyar Kirkju, Havstein Klein.
Kl.14.30: Sunnudagsskúli í Missiónshúsinum á Sandi.
Kl.14-16: Listasavnið á Sandi, jólasangir og vit eta holukøkur.
Kl.15: Veltan hevur tiltak í tunnlinum á Sandi – meir kunning verður lýst seinni.
Kl. 16-19: Á-handilin hevur opið.
Kl.16-19: Búrhandilin hevur opið og bjóðar kaffi og ris a la mandel.
Kl.17: Jólatræið í Húsavík verður tendrað, Havstein Klein prestur talar.
Kl.18: Jólatræið í Dali verður tendrað, Havstein prestur talar.
Kl.18: Møti við Annu og Kristiani á Reynatrøð úr Leirvík í Missiónshúsinum á Sandi