Jólatiltøk um vikuskifti

Leygardagin 30. Novembur
Jólasøla verður í Dali, leygardagin 30.nov.,
Frá kl.14 – 19
Sunnudagin 1. Desembur – 1. Sunnudagur í advent
Kl. 12.00: Húsavíkar kirkja, Havstein Klein, messa.Talvan gongur í øllum kirkjum í Sandoyar prestagjaldi fyri Hina føroysku sjómanskirkjuna.
Kl.14-16: Listasavnið á Sandi hevur opið, vit gera jólaklipp við børnunum. Børn syngja jólasangir og jólasøga verður fortald.
Kl.16-19: Búrhandilin hevur opið. Árliga jólakappingin byrjar. Nærri fæst at vita í handlinum. Navia pløgg vera víst fram allan desembur mánaðin.
Kl.16: verður Jólatræðið í Skopun tendrað, Havstein Klein prestur talar. Børnini fáa pakka og jólamennirnir vera til staðar.
Kl.16-19: Diduhúsið í Skopun hevur opið. Ókeypis kaffi og okkurt gott afturvið til øll.
Kl. 18.30: Jólatræðið í Skálavík verður tendrað, Havstein Klein prestur talar.Kl.19.00: Aftankvirra í Skálavíkar kirkju, Heini Lützen syngur. Andakt við Havsteini Klein presti. Aftaná verður bjóðað til drekkamunn í Ungmannafelagið Keldan, Skálavík