Jógvan Fríðriksson, biskupur prædikar í høllini Inni í Dal



Felagsgudstænasta í Sandoyar prestagjaldi, Kristi himmalsferðardag, 30. mai, kl. 12.00.

Gudstænastan verður í høllini inni í Dal. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar. Bergur D. Joensen hevur ein boðskap fyri børnum. Havstein Klein, prestur er liturgur.


Kristiliga sangkórið syngur, undir leiðslu av Sámali Matras Kristiansen. Børn av Sandi syngja. Konfirmantar luttaka við upplestri og hava saman við lærara og sniðgeva gjørt altartalvu, sum verður avdúkað til høvið. Føroyska bíbliufelagið vitjar, og vit hoyra eitt sindur um teirra virksemi.


Hetta er ein gudstænasta, har allar sóknirnar í prestagjaldinum eru við, og seta sín dám á. Fyrr hava verið millum 300-400 fólk til hesar gudstænastur.


Bátur fer av Gomlurætt kl. 9.45 og kl. 11.15.


Gudstænastan verður hildin í sambandi við B71-marathon kappingina. Høvi verður at keypa brunsj undan og suppu eftir gudstænastuna.

0 views