Jóansøkurøðan hjá Hanusi


15. juni 2019

Niðri á Sand


Góðu tit

Fyrst av øllum fari eg at nýta høvið at takka Ungmannafelagnum á Sandi fyri enn einaferð at loyva mær at hava orðið og føra meg fram - vónandi til stóra gleðið fyri áhoyrararnar.


Tey flestu munnu nokk kenna mín alsk til sjálvboðið arbeiði og felagsskapin, og eg var so seint sum í gjár í fer við at gera míni dagligu B71 ørindir at biðja fólk til sjálvboðið arbeiði. Meðan eg so tosi við fólk um B71, so geri eg eina roynd at reklamera fyri Jóanssøkubálinum, ikki minst tí at eg nú aftur eri sloppin framat einari mikrofon. Eg spyrji mannin sum eg tosi við um hann ikki kemur oman á Sand at hoyra mína talu, har hann prompte brestur hástóru løtu mína við at siga at “ongantíð kann nakað henda á Sandi uttan at onkur skal halda talu.”


Sjálvboðið arbeiði, mentan, tiltøk, hugni og samanhald; hesi eru alneyðug fyri eitthvørt samfelag. Vit kunnu bora tunlar, asfaltera veg og reisa bygningar í eyst og vest, men tað er góðskan í samveruni millum fólk, sum fær fólk at vera verandi.


Tú búsetur teg kanska við atlit til pengapungin, men tú verður ikki verandi í einum stað, har menniskju ikki liva og virka saman.


Av júst hesi orsøk er eitt tiltak, eins og tað vit savnast til í dag, gull vert. Og týdningarmikið er tað at minnast til tey fólkini sum skapa karmarnar fyri okkum øll at nýta gott av, óansæð um vit geva teimum ans ella ei. Sjálvboði arbeiði snýr seg aldrin um persónligan heiður og æru, men tá tað so er sagt, so bilar tað onki um onkur vísir á tað arbeiði sum verður gjørt.


Ein og hvør ið hevur roynt at bjóða seg fram at virka fyri einum endamálið við ongari samsýning fyri eyga, hevur lært at “utak er verdens løn”. Sjálvur fari eg altíð inn í uppgávur við hesum sannleika í bakhøvdinum. Hettar hjálpir nógv tá man fyri 100. ferð verður mintur á eina uppgávu, ið man enn ikki hevur fingið loyst.


Soleiðis eru spælireglarnir og soleiðis fara teir altíð at vera, óansæð hvussu nógv og hjálpssom vit vera her í Sandoynni. Tá tað so er sagt, so hevur man merkt eina øking í vilja og áhuga at hjálpa til við óløntum arbeiðið. Arbeiði, ið undir vanligum umstøðum, ongantíð sæst aftur á nøkrum rokniarkið.


Fyri at koma við einum dømi, so gjørdi eg her fyri eina lítla samanteljing av óløntum arbeiði í B71. Um vit bert taka tær føstu arbeiðsuppgávurnar í felagnum, ið bert er ein lítil partur av øllum arbeiðsuppgávunum í felagnum, og leggja alt annað til síðis; tað arbeiði aleina hevði kostað felagnum 260.000 krónur í arbeiðsløn, um øll skuldu fingið vanliga tímaløn.


Hettar er harafturat lágt mett og bert ein brøkdeilur av øllum arbeiðstímunum, ið felagið biðjur fólkið í oynni lata fyri onki, so at hjólini framhaldandi skulu mala ár inn og ár út.


Tað hevði harafturat ikki yvirraskað meg eitt petti um veruliga talið av arbeiðsløn, ið vit fáa forerandi um árið liggur onkustaðni millum hálvu og heilu milliónina.


Ungmannafelagið, sum í dag skipar fyri jóanssøkubálið, er somuleiðis virkið í arbeiðnum at skapa trivnað í bygdini, eins og hini ungmannafeløgini gera tað í øðrum bygdum.


Tí havi eg ofta mælt at tey ið ivast í virðinum av tílíkum felagsskapum, eru ør í høvdinum. Sjálvur ivist eg ikki eina løtu í at hvør einasta króna ið verður latin í stuðuli, antin tað eru privatpersónar ella kommunur, fáa vit aftur fleirfaldað. Ofta geva vit tí bara ikki ans, tí vinningurin sæst sjáldan aftur í nøkrum roknskapi, men merkist aftur í tí lokala økinum.


Ítøkiligir fyrimunir við hesum arbeiði síggjast aftur í økinum við betri kropsligari og sálarligari heilsu. Tilgongd av ymiskum fólkum og fólkasløgum, ið koma hendan vegin at liva og virka og gerast virkin í lokalsamfelagnum. Skattakrónur detta eisini í kommunukassarnar frá teimum arbeiðum ið feløgini seta í gongd, ið væl at merkja ikki kunnu gerast sjálvboðin. Undirhald, viðhvørt populert, og til aðrar tíðir á høgum mentanarligum støði.


Síðst, men absolutt ikki minst; hettar gevur meining. Meining at virka og liva á akkurát hesum staðnum.


Tað gleðir meg at avdúka at skemtiliga bókin “The Hitchiker’s Guide to the Galaxy” endar við at geva okkum svarið til lívsins meining - Svarið er 42. Ein rúgva av fólkum hava síðani roynt at finna útav hvat rithøvundurin av hesi bók meinti tá hann kom við hesum svarið.


So nógv var gitað um hettar tal, at rithøvundurin mátti sjálvur út at forklára hvat meiningin var við hansara boð uppá lívsins meining. Hann segði og eg endurgevi: “Tað var skemt. Tað skuldi vera eitt tal; eitt vanligt, smátt tal og eg valdi hattar. Eg sat við skriviborði hjá mær, stardi út í garðin og hugsaði 42 er fínt. Eg skrivaði tað niður. End of story.


Leitið tí ikki for nógv eftir meiningini í øllum, tí tað er valla meiningin.

193 views