Jóansøkubálið samlaði nógv fólk


Jóðansøkubálið er afturvendandi tiltak, sum nú í rættuliga nógv ár hevur samlað fólk til eitt stuttlig kvøld Niðri á Sand.


Veðrið var gott í gjárkvøldið og undirtøkan var av tí allarbesta. Hanus Johannessen helt røðu, og aftaná røðuna bleiv farið "upp á gólv" eina løtu.


Á skránni var eisini felagssangur, grillaðar pylsur og plankin. Tiltakið endaði við dansi í Ungmannahúsinum, har Jens Marni og Kim spældu.

218 views