Innrás av ferðafólki í Dali



Fólkatalið í Dali ferfaldaðist eina løtu í dag, tá eitt stórt ferðalag kom til Dals.


Tað vóru 100 fólk hjá Tórshavnar kommunu, sum í dag vóru starvsfólkaútferð í Sandoynni. Við ferðaleiðarum úr Dali, var ætlanin at ganga varðagøtuna av Skarvanesi til Dals, men vánalíga veðri og sýnið í morgun gjørdi, at tað í staðin bleiv gingið úr Húsavík til Dals..


Ì Dali fingu tey ein drekkamunní Eiriksgarði, áðrenn leiðin gekk við bussi til Skálavíkar.



21 views