Ingolvur av Reyni og Gívurin


Í "Bindisteininum", sum seinnu árini er blivin eitt av stóru ferðamálunum í Sandoynni, eru nógvar søgur.


Har er sjálvandi søgan um Gívrina, men eisini søgan um evnini at finna uppá, og um samstarv og felagsskap.


Á hvørjum vári tá "Bindisteinurin" verður settur uppaftur, eftir at hava verið til viðlíkahald um veturin, er okkurt nýtt sum fangar eygað.


Hesaferð var tað serliga ein "lappi" sum fangaði eygað. Talan er um eina bundna eftirgerð av "Gentuni", sum Ingolvur av Reyni málaði og var fyrsti málningurin, ið Sofurs Olsen keypti.


Málningurin hjá Ingolvi hongur á Listasavninum á Sandi.

22 views