Hvat sker?



Vit vóru øll samd við løgmanni, so leingi eitt sindur av skili var í, og vit skiltu hví hesi ymisku átøkini og tilmælini vóru neyðug.


Løgmaður hevði álit á okkum og vit høvdu álit á honum.


Nú er løgmaður blivin ótilfreds, tí fólk akta ikki longur. Hann heldur seg kortini hava rætt, og tí vil hann eisini hava lógarheimildir at gjøgnumtrumfa sín vilja.


Nú heldur hann ikki at álit er nokk. Er tað kanska tí at fólk ikki longur skilja tilmælini og hava álit á honum?


Samstundis sum WHO rópar varskó og nýggj Korona-met verða sett í nógvum londum, bjóðar hann meginpartinum av Evropa at koma hendanvegin at vitja.


Atlantic og ferðavinnan mangla inntøkur og hvat betýðir so ein deyður abbi ella tveir, um tað er prísurin?


Samstundis er tað sera umráðandi at vit fáa eina nýggja kunngerð, sum bannar hundaeigarum at ferðast uttanlands til kappingar. Tað kundi jú hent, at hundarnir blivu smittaðir við einhvørjum, sum ikki longu finnst í Føroyum, og tað er ein katastrofa, sum má fyribyrgjast. Har nyttar ikki við áliti - nei har mugu veruligar heimildir til, áðrenn ólukkan hendir.


Havi onga meining um hasa kunngerðina, men kann ikki lata vera við at samanbera.


Hvat er í grundini málið hjá løgmanni?


Hvør er tað sum skal bjargast og hvør skal betala prísin?


Pengar vóru í sínari tíð uppfunnir, tí tað var so nógv lættari at fáast við, enn at gjalda við hønum, einum posa av ull ella einari tænastu.


Tað er eftir mínum tykki ein vána framburður, at vit nú skulu til at gjalda við karantenu - avlýstum tiltøkum - vánaligari lívsgóðsku - manglandi produktiviteti - og nógvum øðrum fortreðiligheitum, tí landið ikki vil gjalda tað, tað kostar at halda Føroyar smittufríðar.


Eyðstein


354 views