Hvíthamar verður gjørdur klárur til summari


Jóan Petur Clementsen, bátasmiður eigur og rekur Hvíthamar.


Hann hevur seinastu árini siglt við ferðafólki um summari. Tað er fyri tað mesta fuglaáhugaði, sum vilja sleppa túrin vesturum undir bjørgini. Teir túrarnir taka vanliga um tveir tímar. Hvíthamar er útgjørdur til ferðafólkasigling og tekur 12 ferðafólk.


Fiskitúrar við ferðafólki verða eisini gjørdir. Tá kann veljast millum hálvan og heilan dag. Á fiskitúrunum kunnu upp til 6 fólk vera við.


Hvíthamar er bygdur í 1978. Tað var Jóan Petur sjálvur, sum saman við pápanum Mariusi, smíðaði bátin.





3 views