Hildur skal stjórna háskúlanum




Stýrið fyri Mat-& Moldmentanarháskulan avgjørdi á fundi í gjárkvøldið, at seta Hildur Eyðunsdóttir í farloyvisstarvið sum stjóra á skúlanum.


Starvið snýr seg um, at leiða háskúlan teir næstu mánaðirnar, nú Tjóðhild, sum er stjóri á skúlanum, er farin í barnsburðarfarloyvi.


Hildur, sum er ættað úr Havn, men býr á Sandi, er útbúgvin stjórnmálafrøðingur. Hon hevur fyrr havt leiðandi størv. Millum annað í Almannaverkinum og eitt skeið sat hon í Tórshavnar býráð, har hon m.a. var forkvinna í mentamálanevndini.


Síðstu árini hevur hon átt og rikið fyritøkuna "Smakka," sum nú fæst við at framleiða vørur úr tara.





0 views