Hetta var ikki dagurin hjá B71


13. dysturin hjá B71 bleiv í dag leiktur móti B68, á vøllinum á Svangaskarði. Úrslitið bleiv 3-0 til B68.


Undan dystinum lá B71 á 5. plássi við 16 stigum meðan B68 lá á 7. plássi við 14 stigum.


Hetta var síðsti dysturin áðrenn summarsteðgin og eftir dystin í dag liggur B71 á 6. plássi við 16 stigum.


Næsti dysturin hjá B71 er, sambært leikskránni, móti HB tann 20. juli.

37 views