Hesin órættur má fáa ein enda



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a


Fyrispurningur um ójøvnu prísásetingina hjá Landsverki, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)


Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at søluprísurin av skervi verður tann sami á Sandoynni sum aðrastaðni í landinum?


Viðmerkingar:

Landsverk hevur í eitt mannaminni knúst og selt skerv í Sandoynni. Fyri nøkrum árum síðan gavst Landsverk við at knúsa tilfar, og fór at føra tilfarið, ið tørvur var á í oynni, suður við skipi.


Landsverk hevur allatíðina hildið seg til, at somu prísir eru galdandi fyri øll sølustøð í landinum, í Hundsarabotni, á Hústoft, í Porkeri, á Sundi og í Sandoynni.


Fyri einum ári síðan ella so valdi Landsverk tó at broyta hetta, soleiðis at sandoyingar nú skulu gjalda 23% hægri prísir enn flestu aðrir landsins borgarar.


Landsverk er almennur stovnur. At almennir stovnar á hendan hátt ganga undan at gera mun á landsins borgarum er uttanfyri alla rímiligheit.


Hóast SEV hevur eyka útreiðslur av at veita sandoyingum streym, gjalda sandoyingar tó ikki hægri streymprís enn aðrir borgarar landsins.


Hóast Føroya Tele hevur eyka útreiðslur av at veita sandoyingum breiðband og telefoni, gjalda sandoyingar tó ikki hægri prís enn aðrir borgarar landsins fyri hesar tænastur.


Hóast Posta hevur eyka útreiðslur av at bera post til og úr Sandoynni, gjalda sandoyingar sama prís sum aðrir borgarar landsins.


Tí tykist tað serstakliga løgið, at landið gongur á odda við at gera tað 23% dýrari hjá familjum í Sandoynni at planera sær eitt grundstykki, ella 23% dýrari hjá kommunum og vinnuni í Sandoynni at gera vegir, útstykkingar o.a.


Hesin órættur má fáa ein enda, og tí verður landsstýrismaðurin spurdur, um hann ætlar at broyta hesi viðurskifti.


Á Løgtingi, 19. februar 2020

Brandur Sandoy

89 views