Hatta er tvætl tit koma við



So hvassoraður var ein av fundarluttakarunum í kvøld, tá SSL leiðslan skipaði fyri borgarafundi í Skopun.


Fundurin var í Samljóð í Skopun í kvøld. Hilmar Eliassen stjóri, Heri Norðberg trygdarsamskipari og Tóki Niclasen ferðslusamskipari, vóru komnir til Skopunar at greiða frá, hvørjar ætlanir SSL hevði við sandoyarleiðini og hestleiðini, nú nýggja farmaskipið, sum keypt er til sandoyarleiðina, um fáar dagar kemur í flotan hjá SSL.


Hilmar Eliasen legði fyri við at greiða frá um tænastur og fígging, og at Spógvin, sum hevur røkt hestleiðina, orsaka av væntandi fígging, verður tikin úr sigling, nú tvey skip fara at sigla um Skopunarfjørð.


Síðani kom Tóki við nøkrum hagtølum fyri flutning um Skopunarfjørð. Sambært hagtølunum er belegningurin á bildekkinum á Teistanum ikki serliga stórur eftir kl. 20.00.


Síðsta innleggið átti Heri. Hann legi fram eitt uppskot til nýggja ferðaætlan fyri bæði skipini.


Hetta fekk øði í grindina.


Hóast hann nógvar ferðir gjørdi vart við, at hetta bert var eitt uppskot, so gekk illa at fáa fundarfólkið niður á jørðina aftur.


Ørsøkin var, at sambært uppskotinum kemur Teistin at sigla síðsta túr av Gomlurætt kl. 20.00 á kvøldið, og teir seinnu túrarnar kemur nýggja farmaskipið at sigla.


Trupulleikin fyri sandoyingar er, at farmaskipið, sum hevur ivaleyst av dekksplássi, tekur einans 12 ferðafólk, og tað er ikki ringt at ímynda sær hvørjar trupulleikar tað kann viðføra.


Ein trupulleiki hjá SSL er, at skipið er keypt eftir at fíggjarætlanin var samtykt, og tí eru eingir pengar settir av til raksturin av skipinum. Skal skipið fáast í sigling, so má klípast av túratalinum hjá Teistanum.


Boðini frá fundarfólkinum vóru tó púra greið: Tit røra ikki ferðaætlanina hjá Teistanum!




1,297 views