HANUS: Hevur kappingarnevndin/FSF fótbóltsheila?



Hettar er tann stóri spurningurin nú avgerðin um at flyta ólógliga B71-KÍ dystin loksins er tikin. Hesin skammiligi dysturin skal leikast 20.08.2019. Ikki nokk við at hesin dysturin skuldi verið skræddur úr leikskránni og tveittur á sjógv, so hava tey enntá valt at skíta okkum langt niðureftir rygginum og so uppaftur aftur, við at leggja hann ímillum tveir frammanundan settar 1. deildar dystir.


Sostatt hava vit 3 dystir uppá eina viku. Spurdi tú Manchester United ella Barcelona ella eitthvørt stórlið, so høvdu tey nokk aftra seg við at megna eina tílíka uppgávu, og tey hava ein hóp ið nokk telur smáar 40 mans í fyrstu atløgu.


Hettar er uppgávan FSF - The Faroe Islands Football Association metir at B71 fer at klára akkurát sum onki.


Tá allur samlur hópur okkara er klárur og fit for fight, so telir hann 19 mans. Hvussu nógvir av hesum 19 halda FSF at vit fara at hava tøkar tann 17.08 tá fyrsti dysturin í hesi maratonvikuni fer í gongd? Møguliga 15? Javel.


Realistiskt sæð, tá týsdagurin (ið endnu engang er vanligur arbeiðsdagur; ið var stórur trupulleiki fyri 2 mánaðum síðani, men í august verður hildið verður fínasta slag) rullar fram á okkum smáar 3 dagar seinni, so eru vit kanska niðri á eini 13 mans til dyst og so er leygardagur aftur og tá er tað "anybody's guess" um vit hava 11 mans til dyst.


Í báðum endum av hesum trimum 1. deildar dystunum hava vit harafturat eitt U21 lið, ið vit við eymk og fret klára at halda koyrandi tá alt fløskar seg soleiðis sum vit vilja tað. Hettar liðið hevur alstóran týdning fyri menningina av felagnum og vit eru errin av at vit klára at manna tað yvirhøvur. Á hesum U21 liðnum eru tað fleiri sum ganga aftur á besta mansliðnum og nú mugu hesir annahvørt alvorliga spenna seg út fyri eisini at vera tøkir til U21, ella mugu eg og onnur út at ganda eyka fólk fram at avgreiða U21 dystirnar, ið lena seg uppat hesi maratonvikuni í 1. deild hjá B71. Meiri sannlíkt er at vit mugu útseta dystir, ið so aftur kemur at hevna seg seinni.


ALT HETTAR OG MEIRA AFTURAT KUNDU VIT FORTALT FSF/KÍ UM BARA TEIR GJØRDU EITT EINASTA FORSØK UPPÁ AT SAMSKIFTA VIÐ FELAGIÐ.


Ístaðin koyra teir solo-túrar í Kappingarnevndini og FSF er kvirt sum í grøvini.

Hettar sirkusið blívir bara syrgiligari og syrgiligari og fær meg at seta spurningin: Hevur Kappingarnevndin/FSF fótbóltsheila?


Vita teir nakað sum helst um føroyskan fótbólt? Kunnu teir vísa á, eins og vit, ið fáast við alt tað lágpraktiska og harða skitna fótbóltsarbeiði, hvat er best fyri føroyskan fótbólt, feløgini og kappingarnar?


Ella sita tey bara í nevnd fyri samsýningar og lønir, umframt góða útsýnið útyvir Tórsvøll og fittar túrar í smoothie barrina í NO12?


Sigið tykkum sessirnar frá tykkum um tit ikki hava format at røkja tykkaru valdu embætir. Alterntivt, kunnið tykkum um føroyskan fótbólt anno 2019 og tær stóru avbjóðingarnar ið eksistera kring alt Føroya land.


Í løtuni verður skrivað upp og niður eftir vegginum hvørt Føroyar fáa 3 ella 4 pláss í evropeiskum fótbólti. Hvør heita leggur nakað sum helst í tað, tá alt niðanfyri nr. 5 í føroyskum fótbólti verður mótarbeitt av teirra egna fótbóltssambandi?


So seint sum í fjør og fyrra árið rósti eg FSF til skýggini á øllum sosialum miðlum, tí umboð vitjaðu í okkara felagið og aðrastaðni, umframt at vit kendu eitt betri samband við fótbóltssambandið sum heild. Ótrúligt hvussu skjótt teir hava megna at sindra tað álitið sum varð givið.


Hanus Johannessen nevndarlimur Sandoyar Ítróttarfelag B71

48 views