Hanna vann listaverkið


Á Seinsummardegnum hevði Lions Tindur eina listaframsýning í Virkinum, har atgongumerkið var ein lutaseðil. Vinnarin gjørdist Hanna Joensen á Sandi, og vann hon hetta snøgga steinprentið, ið Fríða Matras Brekku hevur gjørt.


Spf Finnleif Fagradal hevur latið vinningin til Lions Tind. Lions Tindur takkar fyri stuðulin. Tiltakið gav knappar 8000,- , ið verður latin til vælgerðandi endamál.

0 views