Hann dugdi sítt móðurmál so guddómliga



Eg haldi, at hetta er rætta stað at koma við eini áheitan á Mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya, miðnám og skúlan yvirhøvur: Fáið sendingarnar hjá Niels Juel Arge við Dánjali í Klingruni avskrivaðar orð fyri orð. Sendingarnar eru dýrabarur, ómissandi málskattur, ið má varðveitast. Málið hjá Dánjali í Klingruni - og eisini málið hjá Niels Juel Arge - er tíverri ikki livandi mál í dag. Dánjal í Klingruni hevði av góðum grundum ikki ta skúlagongd, sum øll hava í boði í dag, men hann dugdi sítt móðurmál so guddómliga. Gerið tit nú nakað við tað, so tað rætt og slætt verður pensum á okkara lærustovnum!


Hetta skrivar Sonne Smith á FB

185 views