Hamradun á Ljósafløtti


Triðja navnið, til seinsummarkonsertina á Sandi, er kunngjørt í dag.


Tað er bólkurin Hamradun. Sangarin í Hamradun, Poul Arni Holm, bleiv kendur um landið tá hann sum sangari í rokk-bólkinum Týr, millum annað spældi Ormin Langa.


Frammandan er lýst at Karl Martin Samuelsen og Ingi Poulsen eisini spæla á konsertini, sum verður á Ljósafløtti tann 24. august.

15 views