Húsvíkingar gera klárt til djóradagin


Í Húsavík eru tey farin at gera klárt til djóradagin.


Seinnapartin í dag rokaðust menn og dreingir við at stika á Tumbakka. Vøllurin verður, eins og undanfarin ár, stikaður av, so djórini verða hildin sundurskild.


Til eitt tiltak sum hetta eru tað ikki bara menn og dreingir, men øll bygdin at kalla, sum eru við í fyrireikingunum, tí nógv er at fyrireika.


Djóradagurin byrjar kl 14.00 leygardagin, og umframt djórini, verður eisini ymiskt annað á skránni. Har verður:


Traktortreff

Ponyríðing

Høsnalortakapping

Gummibátar í ánni

Tombola

Grillaðar pylsur

Kaffi v/ vaflum og pannukøkum


Veðurvánirnar fyri leygardagin eru góðar. Gul av eystri, 4 m/sek. Skýggja og turt. Hitin 9-14 stig.




135 views