Hálvtannaðhundrað fólk á valfundi


Tað var stórur áhugi fyri fyri fundinum, sum valfeløgini í Sandoynni skipaðu fyri á Hotel Skálavík í kvøld. Eini hálvtannaðhundrað fólk vóru møtt, at hoyra hvat valevnini høvdu at siga um tey málini sum vóru á skránni.


Flestu flokkarnir høvdu tvey umboð á fundinum. Eitt umboð var fyri Famtakið, meðan ongin umboðaði Sjálvstýrið og Føroyaflokkin.


Fyrsta evnið var samferðslan. Ferðslan, serliga tann tunga ferðslan, er nógv økt, og fer uttan iva at økjast meira enn Teistin klárar. Breið semja var um at nakað má gerast við siglingina um fjørðin hesi árini til koyrandi verður. At finna eitt hóskandi ferðafólkaskip at seta í sigling afturat Teistanum er kannað, men er nærum ógjørligt. Tað finnast ikki skip á marknaðinum sum lúka krøvini til hesa farleiðin. Tann mest nærliggjandi loysnin er tí at manna Teistan, so siglast kann meira. Har er pláss í verandi ferðaætlan til einar tríggjar túrar afturat, og meir enn tað um eisini verður siglt um náttina, og í øðrum lagi at finna eitt skip, sum kann taka tað tungu ferðsluna, so Teistin kann taka ferðafólkaflutningin og smærru bilarnar. Málið snúði seg meir um eina praktiska loysn heldur enn beinleiðis politikk


Annað evnið var "Føtur undir egið borð." Allir flokkarnir vóru greiðir yvir trupulleikan, sum er við bústaðarfígging kring landið. Her var kortini størri munur á flokkunum, og hvørjar loysnir teir høvdu á hesum málinum. Javnarflokkurin, Tjóðveldið og Miðflokkurin vilja hava ein bústaðarbanka, sum kann veita 2. veðrættarlán, har bankarnir ikki vilja veita alla fíggingina til sethúsabygging, tá trygdin í húsunum verður mett at vera lægri enn byggikostnaðurin. Hesum tóku hinir ikki undir við og uppskotið frá Fólkaflokkinum var at differensjera MVG'ið soleiðis at byggikostnaðurin ikki fór upp um tað, ið sølvirðið er á einum nýbygdum húsum. Fyri Sandoynna bleiv kortini mett at málið fór at loysa seg sjálvt, tí eftirspurningurin eftir bústaði í oynni er vaksandi og harvið eisini søluvirðið á húsunum. Aðrar loysnir á bústaðartrupulleikanum vóru eisini nevndar, men nokso breið semja var um, at tað eiga ikki at vera bankarnir, sum avgera hvar í landinum fólk skulu byggja.


Triðja evnið var ferðavinna. Sum tað bleiv nevnt fleiri ferðir í kjakinum, so er tað stórt sæð bara hugflogið, ið setir mørk, tá talan er um ferðavinnu. Og hugskot trutu heldur ikki. Alt frá føroyskum dansi við Beatles løgum, til vetrarferðavinnu við brimi sum tí stóru attraksjónini. Tosa bleiv um at skipa ferðavinnuna á ein hátt, so vit ikki vera rend um koll, og í tí sambandinum varð komið inn á lóggávuna. Serliga ver tað náttúruverndarlógin, sum átti at fáast uppá pláss beinanvegin. Tey flestu fegnaðust um ferðavinnuna, serliga tí hon kemur út um alt landið, eisini á smáplássini og útoyggjarnar, og øll sum vilja, kunnu bjóða seg fram.


Hví flokkar, undan valinum, útiloka samgongu við aðrar flokkar er ilt at skilja eftir fundi í kvøld. Semjurnar vóru nógv breiðari, enn roknast kundi við.