Gularøturnar gingu sum "heitt breyð"



Stóra tiltakið "Slaktið" hevur í dag verið í Tórsgøtu í Havn.


"Slaktið" hevur nú nøkur ár á baki, og undirtøkan, bæði frá veitarum og vitjandi hevur verið stak góð. Sum Havnin veksur, blíva fleiri og fleiri, sum ikki hava nakað samband við siðbundna arbeiði, sum fyrigongur á bóndans garði.


Hetta er tí eitt høvið at vísa yngra ættarliðnum nakað av tí, sum foreldrini vuksu upp við.


Umframt slakt, so verður ymiskt annað eisini sýnt fram. Har bleiv grilla, har bleiv roykt og har vóru eisini veitarar, sum seldu ymiska útgerð sum kan vera hent, tá slaktað verður.


"Veltan" var eisini við. Eplir og grønmeti av Sandi hava gott orð á sær, og keypihugurin var stórur. Seinast vit frættu var næstan útselt.


Á niðaru myndini síggjast Katrin Petersen av Sandi, sum var ein av stigtakarunum til Veltuna, í práti við Kára Sørensen úr Húsavík, sum var millum stigtakararnar til Slaktið.







0 views