Grindafossur til sølu


Vegna eigarnar, verður útróðrarbáturin M/B Grindafossur (kallimerki OW2321) við fiskiloyvi í bólki 5A hervið lýstur til sølu.


Hetta skrivar ogn.fo


Talan er um útróðrarbát av merkinum Hustler og sambært teyggjuni er báturin 13,76 m til longdar og 4,45 m breiður. Báturin er umbygdur, soleiðis, at dekkið er hækkað og lúkukarmur gjørdur rundan um lastina og tekur lastin 15 kør á 380L, umfram at kør kunnu standa á dekkinum.


Sambært eigarunum er báturin væl hildin, sera væl útgjørdur til útróður og er báturin klassaður í novembur 2018.


Lýsingin kann lesast her.

475 views