Grava út fyri lívfiskastøðini


Arbeiðið hjá Bakkafrost, at byggja lívfiskastøð í Skálavík er nú byrjað.


Lívfiskastøðin verður bygd norðuri á Bakka, sum er stutt norðanfyri bygdina, og skal eftir ætlan standa liðug í 2022.


Talan er um ein rættiliga stóran bygning. Í samrøðu við R7, segði Regin Jacobsen, at bygningurin verður útivið 15 túsund fermetrar til støddar, og framleiðsluorkan verður 50 milliónir rogn um árið. Til samanberingar, so framleiddi Fiskaaling við Áir 15 milliónir rogn, tá framleiðslan var í hæddini.


Eini 20 til 30 fólk fara at arbeiða á støðini. Talan verður í stóran mun um vitanarstørv. Støðin verður so automatiserað, sum tað við dagsins tøkni letur seg gera.Harumframt verða eisini lívfrøðingar og djóralæknar á støðini.


Um hví støðin verður bygd í Skálavík sigur Regin, at tey meta Skálavík at vera best egnaða staðið til eina slíka støð. Eystursíðan á Sandoynni liggur so langt burtur frá aðrari aling sum til ber, nóg mikið er av vatnið og byggilendi fekst til ætlanina.


Gongst sum ætlað koma fyrstu rognini úr Skálavík á vetri 22/23





95 views